Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

So ófatiligt tað enn ljóðar, dumpar man enn brúkt granulat mitt í náttúruna í Føroyum. Nokk so ironiskt varð hetta granulatið tveitt beint framman fyri FSF húsið (Fótbóltssamband Føroya) í miðbýnum; men tað er bara eitt framúr gott dømi um, hvussu náttúran má líða vegna ítróttin, skrivar Jens-Kjeld Jensen á síni heimasíðu og har eisini myndirnar eru at síggja.

- 15.02.2021 sendu vit eina klagu til Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu, og longu dagin eftir fingu vit hetta svarið, sum er skrivað á donskum, tí Jens-Kjeld sendi klaguna inn:

"Her er tale om en forurening, som ikke er acceptabel. Jeg har givet besked om, at det skal ryddes snarest muligt, hvilket desværre først er, når sneen smelter, men at man indtil da forsøger at inddæmme granulaten, så den ikke spreder sig for meget.

Det er endnu usikkert, om det er arbejdstageren, som er hyret af kommunen til at renovere banerne, eller om det er et idrætsfælleskab, som har gravet sne og læsset det udenfor, men vi arbejder på at komme til bunds i sagen.

Mange tak fordi du gør mig opmærksom på forureningen. Jeg kan informere om, at vi på Miljøafdelingen er ved at udarbejde et reglement for netop adfærd på og indretning af fodboldbaner, som er en af de store forureningskilder i kommunen".

- 20.02.2021 vóru vit enn einaferð á staðnum fyri at síggja, hvussu kommunan hevði innibyrgt granulatið, men sum tit síggja á myndunum, hevur eingin gjørt nakað sum helst við tí úrsliti, at granulatið nú er farið um tað heila. Vit senda nú eina nýggja klagu og myndir til Umhvørvisdeildina við vón um, at onkur tekur hesa dálking í álvara. Men man skal sanniliga vera optimistur fyri at tíma at blíva við at tíma hetta..., skrivar Jens-Kjeld Jensen.

Myndir: Marita Gulklett

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo