Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein long røð av útlendskum miðlum, teir flestu kanska slíkir sum mest skriva um undirhald og líknandi, hava fest seg við seinasta átakið hjá virkandi í føroysku ferðavinnuni, at seta ein gravstein á staðið, har enski 007 agenturin James Bond, leiktur av Daniel Craig, skuldi seta skógvarnar á seinasta sinni.

Millum miðlarnar kunnu nevnast Indiewire, Variety, Nerdist, Syfy, Fatherly og Gizmodo. Og ein einføld google leiting finnur lættliga fleiri tíggjutals afturat.

Men onkur er sum vísir á, kanska við einum skálkabrosi, at hetta er ein cliffhangari sum vil nakað. Soleiðis skrivar The Guardian um átakið, at tað er keðiligt hjá teimum, sum enn ikki hava sæð filmin, og av misgávum koma fram á gravsteinin, soleiðis at fáa at vita, hvussu filmurin endar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo