Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við kjakið um gongd í haga, vilja vit fegin koma við einari viðmerking til skrivið frá Óðalsfelagnum.

GreenGate Incoming er ein ferðavinnufyritøka sum varð stovnað í 2001 við heimstaðið í Tórshavn. Eitt av okkara aðalmálum er, at menna og stuðla veitarum runt alt landið og at verja føroysku náttúruna.

GreenGate Incoming kennir seg als ikki aftur í hesum kjakinum, við útsøgnum sum “ferðavinnan í Havn skúmar fløtan og leggur onki eftir seg”.

Hettar er beinleiðis ósatt fyri okkara viðkomandi, og taka vit frástøðu frá hesi útsøgn. Vit hava eitt gott samstarv við VFI og veitarar runt alt landið, og aðalmálið hjá okkum er at arbeiða fyri og við eini ferðavinnu sum mennir og stuðlar lokalum veitarum runt alt landið, og her ímillum eisini bóndur og hagapartar. Vit arbeiða undir skipaðum kørmum við fráboðan og gjaldi. Hetta hevur verið fastur partur av okkara arbeiðsleisti síðani byrjan.

Vit hava ynskt at samstarva við Jarðir um hiking.fo, men hava Jarðir ikki megna at veitt ta tænastu teir selja á síðuni.

Vit vóna og vænta at loysn verður funnin á hesum málinum soleiðis at vit øll kunna draga somu línu. Vit vilja sum sagt verða við til at verja føroyska tilfeingið, til frama fyri okkum, ið búgva her á landi, og tey vitjandi.

Vegna GreenGate Incoming
Fríðun Jacobsen,
stjóri

Les meira um evnið í hesum greinunum:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Hagafelagið: Strika ætlaðu játtanina til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir

Fíggjarnevndin útveitir avgerðina um gongd í haga til Jarðir

Lógarbrot, branding og brendar brýr

VP spyr: Skal tað vera skylda hjá øllum, sum fara í hagan, at skráseta seg í app hjá spf Jarðir

Taka tey nú eisini føroysku náttúruna frá okkum?!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo