Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Í morgun setti Annika Olsen borgarstjóri eitt tiltak á Reinsarínum fyri næmingar í 8. flokkum í Tórshavnar kommunu. Talan er um eitt tiltak, har umboð fyri vinnuna greiða næmingunum frá sínum yrki. Annika Olsen segði m.a.:

- Sum tit øll vita, so er okkara arbeiðsmarknaður sera fjølbroyttur. Summi tíma illa at ganga í skúla og vilja fara til sjós - og kanska seinni fáa eina útbúgving sum skipari, stýrimaður, maskinmaður ella kokkur .

- Onnur vilja gerast handverkarar - timburmenn, elektrikkarar, rørleggjarar, snikkarar, málarar - og kanska sum frálíður arbeiða sjálvstøðugt.

- Men fyri tey flestu av tykkum í 8. flokki er tað sera trupult longu nú at velja tykkara lívsleið. Tey flestu vilja nokk helst ganga í skúla eina tíð aftrat og kanska spakuliga royna at finna útav, hvat ein skal velja.

- Og sjálvandi fer ein partur av tykkum víðari og fáa eina bókliga útbúgving. Men vit kunnu ikki øll vera advokatar, læknar, lærarar ella borgarstjórar.

- Samfelagið er meira fjølbroytt enn so, og tí er umráðandi so tíðliga sum gjørligt at seta seg inn í, hvørji alternativ eru.

- Tað er trupult at velja. Tí starvsmøguleikarnir eru sera nógvir og tað er trupult at seta seg inn í og møguliga royna alt. Og kanska onkur størv eru har úti, sum tit aldri hava hoyrt um, men sum kundu havt tykkara áhuga, um tit kendu til tey.

- Júst tí er hetta eitt so ótrúliga gott høvi, sum Yrkisdepilin og kommunan nú skipa fyri. Her fáa tit høvið at hoyra yrkislærd og handverkarar greiða frá síni yrkisleið og sínum lívi sum handverkarar.

- Tiltakið er skipað soleiðis, at tit fáa høvið at hitta ein part av handverkarunum, sum eru her í dag. Tit kunnu í úti við hálvan tíma hoyra handverkarar greiða frá og seta teimum spurningar - so flyta tit í annað høli og hitta aðrar handverkarar.

- Hugskotið er, at tit aftaná í flokkunum kunnu deila upplivingar, og fáa eitt inntrykk av, hvat tað merkir at vera handverkari ella yrkislærdur, uttan øll at skula sita í dagavís og hoyra øll faklærd siga frá.

- Eg vóni at tit fara at taka væl ímóti hesum møguleikanum. Vitan er løtt at bera og gott innlit í arbeiðsmarknaðin kann spara tykkum nógv høvuðbryggj, tí tað ger tað nógv lættari hjá tykkum at velja lívsleiðina seinni.

- Eg fari at takka fyri at eg kundi koma at heilsa uppá tykkum og ynskja tykkum góða eydnu við tiltakinum í dag. Eg vóni at tit fáa nógv burturúr og at tit aftaná vera røsk at deila tykkara vitan við floksfelagarnar. Takk fyri og góða eydnu, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo