Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bert 10 minuttir eftir at valhølini í Skotlandi lótu aftur tók bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, blaðið frá munninum og gjørdi greitt, at tað kemur ikki upp á tal at halda eina nýggja fólkaatkvøðu í Skotlandi um loysing frá restini av Stórabretlandi. Tað gjørdi hann gjøgnum ein av sínum ráðharrum, Robert Jenrick, sum endurtók fyri Sky News, at ein fólkaatkvøða kemur ikki uppá tal.

Tað hevur annars verið júst tað, ið hevur verið stóra valtemaið í skotska tjóðartingsvalinum, sum var í gjár.

Fólkaatkvøða var í 2014, og tá atkvøddu 55% av skotum ímóti loysingini. Tá var eisini breið semja um, at hetta var fólkaatkvøðan sum bleiv hildin hetta ættarliðið.

- Vit halda okkum til tað, segði Robert Jenrick við Sky News.

Um skotar lata sær hetta lynda er tó ein annar spurningur.

- Tað eru skotar og ikki Boris Johnson og hansara stjórn sum gera av, um vit hava eina nýggja fólkaatkvøðu, segði næstformaðurin í skotska tjóðskaparflokkinum SNP, Keith Brown, við BBC í gjár.

Endaliga úrslitið av skotska valinum verður væntandi ikki greitt fyrr enn einaferð í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo