Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri granskarar sum stóðu aftanfyri royndir við malariaheilivági ímóti koronavurusi vilja nú ikki kennast við royndirnar.

Tíðarritið The Lancet, sum upprunaliga gav út eina grein um royndirnar, skrivar, at royndirnar ávístu, at heilivágurin hydroxyklorokin økti um vandan hjá sjúklingum fyri at doyggja. Greinin er nú tikin aftur.

- Fleiri ivamál hava stungið seg upp, eitt nú vil felagið Surgisphere, sum stóð fyri at savna inn tøl og data til frágreiðingina, ikki lata onnur uttanfyri standandi um at eftirkanna tølini.

Heimsheilsustovnurin WHO, sum avlýsti heimsumfatandi royndir við hydroxyklorokin eftir at tíðindini bórust av fyrstan tíð, fer nú at taka hesar royndir uppaftur, skriva fleiri miðlar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo