Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og fleiri hava skrivað vísindaligu greinina, sum júst er útgivin

Kirstin Eliasen og Esbern J. Patursson

Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og fleiri hava skrivað vísindaligu greinina, sum júst er útgivin

Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og fleiri hava skrivað vísindaligu greinina, sum júst er útgivin

Kirstin Eliasen og Esbern J. Patursson

Fiskaaling: Heimskenda tíðarritið ”Scientific Reports” hjá ”Nature” hevur í dag almannakunngjørt vísindaliga grein, sum Kirstin Eliasen, PhD. í lívfrøði og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, og Esbern J. Patursson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord, hava skrivað í samstarvi við øðrum granskarum.

Greinin snýr seg um kanning av, um liturin á livrini hjá rognkelsum kann siga nakað um, hvussu fiskurin trívist og er fyri. Enska heitið er "Liver colour scoring index, carotenoids and lipid content assessment as a proxy for lumpfish (Cyclopterus lumpus L.) health and welfare condition." Greinin kann lesast ókeypis her.

Rognkelsi verða nýtt sum lúsatýnari í føroysku alivinnuni, eins og í fleiri alitjóðum kring okkum. Greinin vísir á, at samband er millum litin á livrunum hjá rognkelsum og føðslu-, vælferðar- og heilsustøðuna hjá fiskinum.

Livraliturin kann tí nýtast hjá alivinnuni at eyðmerkja møguligan mistrivnað hjá rognkelsunum í aliringunum, og gevur soleiðis vinnuni møguleika at tillaga fóðring og røkt samsvarandi.

Greinin er eitt samstarv millum Fiskaaling, HiddenFjord og Universitetið í Stirling, Skotlandi.

Kirstin Eliasen og Esbern J. Patursson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo