Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Ov lítið pláss er til at partabrævið hjá Bakkafrost kann vaksa enn meira í virði, og tí mæli eg til at bíða við at keypa.

Soleiðis verður sagt í nýggjari greining av føroyska alirisanum í amerikanska miðlinum Seeking Alpha.

- Hóast Bakkafrost er ein sunn og sera vælrikin fyritøka, so er hetta neyvan rætta løtan at royna at sleppa upp í part, heilt einfalt tí partabrævið er blivið ov dýrt. Møguleikarnir fyri at tað skal vaksa enn meira eru avmarkaðir, og hinvegin eru møguleikarnir fyri falli stórir, skuldi okkurt ikki gingið eftir vild, sigur greinarin, sum gevur Bakkafrost ratingina "neutral" og velur at bíða eftir eini meira lagaligari løtu at keypa seg inn í Bakkafrost.

Les alla greiningina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo