Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrævið hjá BankNordik hevur ligið í viðráki síðani skrædlið um hesa tíðina í fjør, tá koronafjálturin av álvara fór at gera um seg. Serliga í síðstu viku var onkur dagur, tá kursurin vaks við yvir 5%.

Og Rasmus Mühlback Hansen, greinari frá Mühlback Invest, heldur, at tað er sannlíkt, at partabrævið skal nógv longur upp.

Við heimasíðuna hjá Dansk Aktionærforening sigur hann, at sonevnd teknisk analysa gevur ábendingar um, at kursurin fer at sleppa uppum eina gátt sum liggur á umleið 173 krónum. Verður mótstøðan har av álvara brotin kann næsta málið liggja heilt uppi á 250 krónum. Tá handilin steðgaði í gjár lá kursurin á 169, eftir at hava verið uppi á 172 kr onkra løtu í vikuni.

- Handilin er stórur og positivur, alt talar fyri nógvum keyparum, og eg haldi, tað er góður møguleiki fyri at mótstøðan verður brotin, sigur hann. Sonevnda risk/reward talið er 2,5, sum er ein góð javnvág ímillum váða og møguleika fyri vinningi. Hann sigur, ein gongd leið hjá teimum sum umhugsa at spekulera er at keypa á 175, hava 250 sum kursmál og annars hava eitt sonevnt stop-loss á 145, tað vil siga selja, um kursurin skuldi fallið nógv aftur.

Vit skulu heilt aftur til ársbyrjan 2008 fyri at finna eitt kursstøði hjá BankNordik sum líkist tí í dag.

Partabrøv hjá bankum hava sum heild havt vind í seglunum í seinastuni, millum annað av hækkandi rentum.

Høvundurin eigur óbeinleiðis partabrøv í BankNordik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo