Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrævið hjá Bakkafrost varð meint rakt av koronakreppuni fyri stívliga einum ári síðani. Men nú er tað av álvara komið fyri seg aftur, og sambært greining, sum felagið hjá privatum donskum íleggjarum, Dansk Aktionærforening, hevur sent út í morgun, fer virðið á partabrævinum at halda fram at hækka.

- Brýtur partabrævið mótstandin á 720 krónum, so er næsta mál heilt uppi á 1.000 krónum, skrivar Rasmus Mühlback Hansen í síni teknisku greining.

At greiningin er teknisk merkir, at hugt verður eftir tølunum í sjálvum handlinum við partabrævinum, altso hvussu nógv verður handlað. Hugt verður millum annað  eisini eftir, um talið á teimum sum keypa er vaksandi ella fallandi. Soleiðis ber til kanska at avdúka hvat framtíðin bjóðar, heldur enn at hyggja eftir tí grundleggjandi, tað vil siga um talan er um eina sunna og vælrikna fyritøku.

- Øll tøl síggja út til at stuðla uppundir gongdina, og ein strategi er at keypa partabrævið nú og hava kursmálið á 1.000 og stop loss á 600. Tað gevur ein Risk/Reward faktor uppá 2,2, sigur Rasmus Mühlback Hansen.

Risk/Reward er lutfallið ímillum váða og møguligan vinning. Tað verður roknað sum frástøðan ímillum keypikurs og kursmál, dividerað við frástøðuni frá keypikursi til stop loss. Hesin faktorur skal sum tað minsta vera 2, annars loysir seg ikki at keypa, tí tá verður váðin ov stórur í mun til møguligan vinning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo