Ein lítil grind er sædd útfyri Kvívík fyri løtu síðani.
Ongir bátar eru hjá grindini, men sum skilst eru fleiri á veg.
Roynt verður helst at reka grindina inn á Leynarsand ella møguliga fer hon við vestfallinum og endar í Vestmanna, fæst rakstur á hana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo