Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Grindamannafelagið hevur í dag, 09.09.2021, meldað Samuel Rostøl, Sea Shepherd, fyri brot á Grindalógina, § 10 og 11 og eisini fyri brot á løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, § 7, stk. 1., punkt g.

Avrit av meldingini, sum er latin fútanum í dag, 09. September 2021.

Melding av Samuel Rostøl fyri brot á grindalógina og brot á løgtingslóg nr. 121 frá 23 december 1991 um toll.

Grindamannafelagið meldar við hesum Samuel Rostøl fyri brot á grindalógina §10 og § 11, fyri at hava brúkt flutningsfar til og frá grindini, ið var hildin til í Skálafirði 10.08. 2021.

Flutningsfarið, eins svenskt skrásettur Ford Mondeo við nummarspjaldri KJR 663, er ogn hjá Sea Shepherd Scandinavia.

Meldingin er uppfylging av tí meldingini, ið varð fráboðað løgregluni av privatpersóni í sambandi við ólógliga dronuflúgning í sama grindadrápi, og sum Samuel Rostøl, av fútanum, er ákærdur fyri.

Vist verður til Grindalógina, sum í  § 10, stk. 3 og 4 ásetir, at:
3)   kanna øll flutningstól, sum viðkomandi hevur undir hond ella í varðveitslu, ella sum eru brúkt til flutning av viðkomandi í sambandi við tað grindadrápið, sum roynt verður at órógva, umframt
4)   taka lutir frá persónum, heruppií øll sløg av flutningstólum, sum viðkomandi hevur undir hond ella í varðveitslu í sambandi við tað grindadrápið, sum roynt verður at órógva.

og § 11, stk 1 og 2, ið ásetir:
 Amboð, hjálpitól ella flutningsfør, sum verða brúkt at órógva, darva ella forða einum grindadrápi sambært § 9, skulu inndragast, uttan mun til hvør hevur ognarrættin, tá
1)   brúkarin hevði ræðisrættin á amboðunum, hjálpitólunum ella flutningsførunum, og
2)   brúkið av teimum er brot á § 9 í hesi løgtingslóg, ella reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg.

Grindamannafelagið heitir á Føroya Landfúta um at avgreiða hetta mál beinanvegin við tað, at Samuel Rostøl, við bili Sea Shepherds, eftir øllum at døma fer av landinum við Norrønu í kvøld 09.09.2021.

Vist verður eisini til Rundskriv um kunngerð um fyribils innflutning av motorakførum v.m.. í sambandi við bilin hjá Sea  Shepherd Scandinavia:

Vísandi til § 7, stk. 1., punkt g í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, hevur Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið, ásett:

Persónar, sum ikki eru fastbúgvandi í Føroyum, kunnu uttan at rinda toll- og innflutningsgjøld innflyta fyri stutta tíð motorakfør, campingvognar og stuttleikabátar til egna nýtslu, meðan teir eru her. Før, ið verða innflutt eftir hesum reglum, kunnu vera verandi í Føroyum í mesta lagi í 3 mánaðir í einum 12 mánaða skeiði uttan at rinda toll- og innflutningsgjøld.

Viðfest er dokumentatión fyri bilin og brúk av bilinum í sambandi við grindadrápið í Skálafirði 10.08.2021. Myndin er tikin í sambandi við meldingina av ólógligu dronuflúgvingini. Drona sæst týðiliga í luftini saman við Samuel Rostøl og einum øðrum Sea Shepherd fólki, ið eisini live streamaði frá grindadrápinum.

Harafturat er skjal frá svensku bilaskrásetingarskipanini, ið staðfestir ognarskapin av bilinum.

Heitt verður á fútan um at yvirhalda grindalógina og at leggja hald á flutningsakfarið (bilin).

Víst verður eisini á, at Samuel Rostøl ikki hevur flutt bilin inn til egna nýtslu, men at hann er í Føroyum í arbeiðsørindum fyri Sea Shepherd Conservation Society.

Grindamannafelagið
Vegna nevndina
Ólavur Sjúrðarberg, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo