Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mær dámar væl fótbólt, og seinasti leygardagur í mai er ofta spennandi, tí at tá spæla teir Champions League finalu. Havi sjálvur verið rættiliga investeraður nakrar ferðir – ikki minst í 2014 og so aftur í 16, 17 og 18. Tá vann Real Madrid.

Í kvøld er tað ikki so spennandi, tí at tað eru tvey oljupengafeløg – bæði blá lið úr Onglandi – sum skulu dystast um dýrdina, kalikin og pengarnar.

Fyri tíggju árum síðan var tað eisini champions league finala. Havi altíð hildið, at hon var 27. mai, men hon var tann 28. Minnist tað, tí at eg hevði børnini við í grind tað kvøldið. Vit skóru upp, meðan finalan var. Manchester United og Barcelona spældu á Wembley, og øll roknaðu við, at Barcelona fór at vinna. Teir høvdu tað søguliga góða liðið við Xavi, Iniesta og Messi og øllum teimum. Rógvi – vinmaðurin – var íðin barcelonafjeppari og sást ikki so sjáldan í messiblusu við 10talinum á rygginum.

Rógvi var úr Vatnsoyrum, sonur Onnu Dánjalsdóttur og Tummas Jacobsen.

Møtti Jógvani Gregersen niðri í oyruni í Norðragøtu, har sum hvalirnir lógu klárir at fáa knívin í hvøljuna. Vit halda við somu liðum, og Barcelona er ikki eitt av teimum, so vit høvdu tað fínt við tí, at tað nú var grind, og vit skuldu hugsa um onnur ting enn fótbólt.

Eg fór niðan eftir einum knívi, og tá eg kom omanaftur, kundi eg fortelja Jógvani, at Rooney hevði javnað fyri United. Men hann svaraði lakoniskt – sum ein veiðumaður í einari Hemingway bók – vápnaður við stórum grindaknívi: “Teir tapa.”

Teir taptu 3-1. Messi og David Villa skoraðu tvey av málunum.

Tá børnini fóru at møðast, og eg koyrdi tey niðan og í song, tá bleiv drongurin hjá okkum, sum tá var 8, men nú er 18, ómøguligur. Hann hevði verið spentur, men knapliga vendist okkurt í høvdinum á honum, og hann spurdi, um vit ikki kundu biðja til Gud um at gera allar hvalirnar livandi aftur og koyra teir á sjógv. Eg royndi at svara, soleiðis sum stressaðir pápar svara, tá alt sker í senn, og fólk begynna at blíva ómøgulig. Eg minnist óvanliga nógv frá hesum kvøldinum. Minnist eisini setningar, sum blivu sagdir, orðarætt. Tað síðsta, sum Jónatan segði í bilinum, áðrenn vit parkeraðu í túninum, var: “Babba, eg kelaði øll tey deyðu børnini.”

At skera upp og fáa grind til høldar tekur tíð. Man skal finna íløt og rigga sær tað til, so tvøstið kann liggja í rennandi vatni um náttina. Einaferð seint út á kvøldið - mitt í tí rokanum, og tað var snik og blóð allastaðni - tá ringdi Rógvi. Vit vóru hjartavinir og tosaðu ofta í telefon. Vit skrivaðu eisini saman, og eg var á gólvinum hjá honum so at siga hvørja ferð, tá vit vóru í Havn. Vit vóru nógv í Havn tey árini. Eg gjørdi radiosendingar, og so bygdu vit eisini hús. Onkuntíð, minnist eg, gingu Rógvi og eg millum hillarnar í Skemmuni og filosoferaðu og fortaldu vittigheitir, meðan Rutt hugdi eftir dýnum og máttum og íløtum og tí, sum dregur kvinnur inn í Skemmuna. Og í timburhandlinum var tað hondtøk og listar og so í málingahandilin at finna tapet og máling og penslar.

Hvat Rógvi og eg tosaðu um tá, tað minnist eg, men ikki orðarætt. Sakni tær løturnar og dugi væl at síggja tað ríka og stóra í tí at vera við eina byrjan, tá man reiðrast og hevur tað stuttligt, og so at hava ein vin sum Rógva, sum altíð hevur tíð at práta.

Hettar kvøldið tann 28. mai – tað hevur helst verið eftir midnátt – tá ringdi Rógvi til mín. Tað merkiliga er, at eg minnist onki frá samtaluni uttan tað, at vit søgdu onki orð um fótbólt. Vit hoyrdust ikki aftur næstu dagarnar.

Endin av mai er limbo, tá man er studentaskúlalærari. Undirvísingin er liðug, og næmingarnir ganga til skrivligar próvtøkur, áðrenn tær munnligu fara í gongd. Veit ikki hvat og hvussu, men tann 31. maj í 2011, tá komu Mirjam, systi, og Eyðfinn inn á gólvið hjá okkum, og vit spældu sjavs og drukku kaffi. Tað mundi blíva til nakrar krossar, og eg giti bara, at Eyðfinn og eg vunnu meir enn Rutt og Mirjam, men tað fáa vit ongantíð eitt svar uppá. Síðani er Eyðfinn eisini farin.

Veit ikki, hvat klokkan var, men meðan vit spæla sjavs, og kvøldið er farið at eldast, tá ringir telefonin. Tað er Janus, svágur Rógva. Hann hevur tað at fortelja, at Rógvi er blivin vekk. Tey leita eftir honum.

Hettar var 31. mai í 2011.

Rógvi bleiv funnin einaferð í juni.

Eg fór einsamallur í feriu í Danmark og Týsklandi beint eftir jóansøku. Bob Dylan spældi konsert í Hamburg og dagin eftir í Odense. Báðar konsertirnar blivu spældar í vøkrum parkum í besta norðurevropeiska summarveðri. Stadtpark í týska býnum og Den Fynske Landsby á Fjóni.

Tað, sum eg minnist best frá Hamburg, var, tá vit komu inn á jarnbreytastøðina, og har var eitt tokvrak, sum sá út til at hava staðið í nøkur ár. Rustur og mosi og brotnir rútar og alt, sum fylgir við vøkrum forfalli, og ravnar - einir tjúgu - fleiri á flogi.

Var burtur í eina viku og hevði ein iPod við ljóðbókum. Gekk nógvar kilometrar hvønn dag og lurtaði eftir "The Falls" hjá Joyce Carol Oates og øðrum bókum. Lurti ellars ongantíð eftir nýggjum bókum, men hon var fín.

Fekk Boga og Jan við mær til konsertina í Odense, og vit høvdu eitt tað besta kvøldið saman, sum kann hugsast millum vinir. Bogi hevði íbúð á Islands Brygge, har sum eg hevði búð fyrr, síðst í 90unum. Vit vóru heima rættiliga seint, og tað mundi vera tíðliga um morgunin, at vit sovnaðu.

Nú er tað aftur Champions League finala, men tað er ikki grind, og eingin er deyður. Veðrið er gott, og vit eru boðin í grillparty. Bob Dylan er liðugur at fylla, og seinasta Áðrenn Elvis sendingin bleiv gjørd í gjár og fer í luftina mánadagin hin 31. maj, tá vit minnast Rógva, tá tað eru 10 ár síðan, at vit mistu hann.

Tað er logn niðri í oyruni. Man fær hug at fara í bát, men tað verður ein annan dag.

Meinhard J. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo