Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Merkta grindin úr Bø ferðaðist í síðstu viku í ein útnyrðing móti Grønlandi. Grindin kom vestur á 35 longdarstig, áðrenn hon vendi, og var tá 150 fjórðingar úr Grønlandi.

Grindin hevur síðan ferðast suðureftir, har dýpið hevur verið 3000 metrar. Seinastu tríggjar dagarnar hevur grindin ferðast eystur móti Reykjanesrygginum.

Merkta grindin úr Havn hevur verið meira støðuføst seinastu tíðina. Hon hevur ligið beint eystur av Reykjanesrygginum, millum 58 og 59 breiddarstig, men er nú farin norður á 60 breiddarstig.

Báðar merktu grindirnar eru sostatt komnar í sama øki, og er verandi fjarstøða millum grindirnar 100 fjórðingar.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo