Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum og umráðandi er, at tær megna at finna føði.

Kanningarnar vístu, at enn var gróðurin ikki komin í sjógvin og djóraætið gýtti sera lítið. Tíðin má vísa, um, ella í hvønn mun, tað ávirkar yvirlivilsið hjá fiskalarvunum.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo