Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Prísurin á eitt nú matoljum og fleiri øðrum matvørum er í seinastuni vaksin sera nógv og er nú hægri enn nakrantíð. Tað hongur saman við, at samstundis sum at Kina vil innflyta meira matvørur úr útlandinum, so eru bæði USA og Europa verri fyri enn áður til at útflyta, tí grøna umstillingin kappast um matvørurnar, sum eisini verða brúktar til eitt nú brennievni.

- Samstundis leggur nýggja stjørnin í USA upp til at seta ferð á grønu umstillingina, sigur Palle Jakobsen, agronomur, við Jyllandspostin. Og tað fer eitt nú at ganga útyvir heimsins regnskóg, har sagirnar verða brúktar enn dúgligari enn higartil, fyri at rudda skóg og gera um til landbúnaðarøki.

Prísirnir hava sett met áður, eitt nú í 2008 og 2012 tók hann á sama hátt dik á seg.

Ikki bara í USA og Europa er gongdin greið. Eisini í londom sum Indonesia eru stórar rembingar, eitt nú hava myndugleikarnir har gjørt av, at 30% av øllum diesel skal vera biodiesel.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo