Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Koronakreppan kemur sum steinur omaná byrðu hjá sperda, grønlendska landskassanum.

Formaður í grønlendska búskaparráðnum, professarin Torben M. Andersen, sigur við miðilin Altinget, at tað er lítil ivi um, at inntøkurnar hjá grønlendska landskassanum fara at minka nógv.

- Inntøkurnar fara at minka, tí skattir og avgjøld fara at minka, samstundis kann væntast at útreiðslurnar fara at vaksa, og tað fer at merkjast, bæði hjá kommunum og vanliga grønlendinginum, sigur Torben M. Andersen.

Funnist hevur eisini verið at grønlendsku politikarunum, tí teir hava latið størri kvotur til fiskivinnuna enn serfrøðingarnir meta ráðiligt.

Grønlendska landsstýrið hevur sagt seg sinnað at vilja læna 2,5 milliardir krónur á altjóða lánimarknaðinum til tess at nøkta tørvin á gjaldføri hjá landskassanum.

Grønlendska búskaparráðið fer at koma við nýggjari frágreiðing fyrst í juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo