Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú játtar danska stjórnin Grønlandi at fáa gjald frá teimum flogførum, sum flúgva um Grønland.

Hetta er eitt stórt framstig.

Vit hava umrøtt at fáa eina samsvarandi skipan hjá okkum, men eru ikki rokkin á mál.

Men nú Grønland fær eina slíka skipan, er málið fullkomuliga broytt.

Tað er nevniliga einki ið forðar fyri, at landsstýrini í Grønlandi og Føroyum ganga saman um at hava ein stovn sum tekur sær av at krevja upp hetta gjald.

So hava vit tvær deildir, eina sum hevur yvirlit yvir ferðsluna í grønlendskum og eina sum ger samsvarandi arbeiði føroyska loftrúminum viðvíkjandi.

Hví ikki royna tað?

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo