Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ein fjøltátta skrá er sett saman fyri at lýsa og kjakast um Grønu Kósina, sum Føroyar er á - ella ikki er á.

Heðin Mortensen setir ráðstevnuna vegna Tórshavnar kommunu, og síðan fylgja innsløg frá Landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Terja Nielsen og Umhvørvisstovuni. Síðan lýsa Klaksvíkar, Tórshavnar og Eystur kommuna sínar ætlanir um grønu kósina. Eftir hetta umfar av innsløgum verður stutt orðaskifti og fólk úr salinum fáa høvi at seta spurningar.

Eftir døgurða greiða lesandi og starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya frá um Orku og Umhvørvisverkfrøðis útbúgvingini á Setrinum. Eftir hesa framløga sleppa vinnan til orðanna.

H-Dygd, EIK, Martin E. Leo, Reyni Service, Byggitrygd og Magn hava øll hvørt sítt upplegg um hvussu tey síggja Grønu Kósina. Okkurt verður upplýsandi, ímeðan annað er meira atfinningarsamt.

Orðaskifit og spurningar úr salinum, verður eftir hvørt umfar og at enda verður týðandi orðaskifti.

Sí skrá her

Advent Events fyriskipar Orkuráðstevnuna. Annað hvørt ár er sølumessa og annað hvørt ár er ráðstevna, og ráðstevnan í ár er tann seinna í røðini.

Tilmelding til ráðstevnuna kann gerast via hesa leinkju: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo