Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fríggjadagin 21. februar kl. 16 verður forkunnug avdúking av enn einari orðabók, ið Sprotin letur úr hondum.

Avdúkingin verður í Grønlendingahúsinum í Havn, tí talan er um grønlendska-føroyska orðabók, sum vit av sonnum kunnu vera errin av.

Sum vanligt verður hetta ikki nøkur vanlig framløga, men skráin er fjølbroytt.

- M. C. Restorff fer saman við øðrum at spæla og syngja á grønlendskum.

- Uttanríkis og mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, hevur orðið.

- Jonhard Mikkelsen, stjóri, heldur røðu.

- Elin Neshamar, ið hevur staðið fyri arbeiðnum, letur orðabókina upp og greiðir frá.

- Eftir framløguna verður kaffi, te og okkurt søtt at fáa.

Tiltakið verður 21. februar kl. 16 í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn. Øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo