Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á miðdegi í dag undirritaðu Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommuna avtalu um grót úr Sandoyartunlinum. Partarnir eru samdir um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 3 hundrað túsund rúmmetrum av grótinum, sum kemur upp úr tunlinum streymoyarmegin.

Partarnir hava áður samstarvað um grót úr Eysturoyartunlinum. Í tí førinum gjørdu kommunurnar við Skálafjørðin avtalu við Pf. Eystur- og Sandoyartunlar, og Runavíkar kommuna fekk 58% av grótinum, sum kom upp úr tunlinum eysturoyarmegin. Meginparturin er lagdur í havnalagið hjá Runavíkar havn í Saltangará, meðan nakað er flutt av Strondum yvir í Rókina og til Søldarfjarðar.

Eftir at avgerð varð tikin um, at grótið úr Sandoyartunlinum streymoyarmegin skuldi tyrvast sunnanfyri Velbastað, hava partarnir tosað saman um onkra skilabetri loysn enn hesa - at tyrva grótið - og eftir drúgvar tingingar, eru partarnir komnir ásamt um, at Runavíkar kommuna tekur ímóti 3 hundrað túsund rúmmetrum av gróti úr tunlinum undir Skopunarfirði. Runavíkar býráð viðgjørdi uppskotið til avtalu á býráðsfundinum í Elduvík hóskvøldið, og tikið var undir við uppskotinum, sum partarnir vóru komnir ásamt um frammanundan.

Runavíkar kommuna hevur ætlanir um at víðka havnalagið heilt inn ímóti bátahylinum á Glyvrum, og avtalan, sum nú er gjørd um grót úr Sandoyartunlinum, røkkur til alt tað ætlaða upplandið í økinum.

Áhugin fyri at virka í økinum er alstórur, og í hesum døgum verða seinastu strikurnar teknaðar, har komandi økið verður disponerað til virksemi, sum í størstan mun skal ganga um bryggjukantin. Í fyrstu atløgu snýr málið seg nú um at fáa skil á upplandinum, á leið 80 túsund fermetrar og í aðru atløgu snýr tað seg um at fáa eina rampu gjørda og atløgusíður haðan og norðureftir á 15 metra dýpi.

Fyrr í ár gjørdu vit avtalu við flutningsfelagið Samskip, um, at teir leggja sína støð í Føroyum við Runavíkar havn. Annar áhugi er eisini í økinum, og møguleikin fyri at ganga hesum á møti verður væl betri, eftir at grótið úr Sandoyartunlinm er lagt inn í økið.

Runavíkar kommuna takkar Pf. Eystur- og Sandoyartunlum fyri skilagott samskifti og gott samstarv síðani felagið byrjaði sítt virksemi. Hartil fegnast vit eisini um, at hendan loysnin forðar fyri størri náttúruoyðing enn neyðugt. Sárini á Velbastað vera væl minni og alternativið, sum hevði verið tøka av gróti av Hústoft, hevði sæst aftur sum eitt risastórt sár í náturu okkara.

Tórbjørn Jacobsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo