Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna heitir á sínar borgarar um at burturbeina sínar lutir, sum standa í grótbrotinum í Sandavági, í seinasta lagið mánadagin tann 31. august 2020.

Vága kommuna arbeiðir áfram við at hampa um í kommununi, og hevur m.a. enn einaferð sett arbeiði í gongd við at rudda grótbrotið í Sandavági. Grótbrotið er eitt alment øki. Har liggja fleiri privatir lutir, sum kommunan ikki eigur. Nevnast kann t.d. bilvrak, bildekk, bátavognar, viðfestisvognar, bátar og bátavrak. Samstundis arbeiðir kommunan við at burturbeina egin ting av økinum.

- Fyri at tryggja, at onki av virði verður beint burtur av óvart, fáa borgararnir hesa almennu áheitanina um at fara eftir sínum ognarlutum.

- Er ikki møguligt at burturbeina lutirnar av økinum, áðrenn ásettu freistina, eru tit vælkomin at ringja til umsitingina í Vága kommunu.

- Arbeiðið at rudda grótbrotið í Sandavági er liður í yvirskipaða ynskinum hjá Býráðnum um at seta umhvørvi og trivnað í hásæti. Vónandi taka borgararnir í Vága kommunu væl ímóti hesum átaki, sigur kommunan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo