Kvinnur, sum royna at gerast javnmettar við menn, mangla ambisjónir
- Timothy Leary

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sum skilst, er hugurin hjá býráðsmeirilutanum ikki longur so stórur at tosa um alt grótið frá Sandoyartunlinum, ið glapp Tórshavnar kommunu av hondum. Í øllum førum mugu vit staðfesta, at tað veruliga var spell, at alt hetta virðið ikki skuldi koma okkum til góðar, men gerast ein byrða.

Hugsið tykkum til, hvat vit kundu brúkt alt hetta grótið til. Hugsa vit bara um komandi vegagerð, hevði verið ríkiligt til, og upp á tann mátan hevði Havnin spart nógvar, nógvar pengar. Nú innkomuvegurin skal gerast, kundi hann tikið ímóti eini rúgvu av grótinum, so tað kundi gjørt nyttu har, men tað verður nú av ongum. Í staðin má skattaborgarin rinda, tá ið kommunan nú noyðist at fáa annað grót til vega.

Eitt er, at politiska handverkið er so vánaligt, at tað ikki eydnast at fáa fatur í grótinum, ið Tórshavnar kommuna hevur brúk fyri, men uppaftur verri er tað, at grótið so í staðin endar í aðrari avtalu, ið kemur at kosta kommununi dýrt í slitnum vegum og tungari ferðslu uttan síðustykki.

Spurningurin er ikki bara um, hvussu nógv grótið vildi kostað ella hvussu nógv asfalt má leggjast av nýggjum, áðrenn alt grótið er komið inn á Skálafjørðin. Nei, hetta er eisini ein spurningur um trygd og tilbúgving, dálking og gang, og tí ber bara ikki til, at kommunan bara sleppur endanum!

Nógv bendir á, at býráðsmeirilutin hevur ligið sjóvarfallið av sær, men so er at minka mest møguligt um skaðan, tí kann grótið ikki verða flutt sjóvegis, sum vildi verið tað einasta rætta, má sum tað minsta krevjast, at lastbilarnir inn á Skálafjørðin bert sleppa at koyra eftir ávísum rutum og ávísar tíðir á samdøgrinum. Vit kunnu sjálvandi ikki hava stórar og tungar lastbilar uppií tær tíðir, tá ið ferðslan annars er av tí mesta.

Hesum eigur Tórshavnar kommuna als ikki at finna seg í, so tí er neyðugt við einum valdsskifti á Vaglinum, so vit aftur fáa eitt býarstýri, sum hevur slagkraft og hegni at loysa uppgávurnar. Tað hevur sitandi býráðsmeiriluti tíverri ikki havt, men bara latið staðið til. Úrslitið síggja vit nú!

Heðin Mortensen
býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo