Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkul nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

Í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi. Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum.

Politiskt er ynski at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir.

Einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.

Innlatingarfreist
Skrivlig boð skulu latast kommununi í afturlatnum brævbjálva, saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni í seinasta lagi 1. august 2022 kl. 12.

Lýsast skal, hvussu tilboðsgevari fíggjarliga megnar at fullføra verkætlanina.

Útbjóðingartilfar
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

Útbjóðingartilfarið sæst her:

Útbjóðingarskriv matr. nr. 203c, Kollafjørður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo