Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matr. nr. 203c í Kollafirði, umleið 3700 m2, til sølu til bústaðarbygging.

Í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi.

Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum. Politiskt er ynskið at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir.

Bæði einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.

Innlatingarfreist
Tilboð, saman við fylgiskjølum og váttan um fígging frá fíggingarstovni, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2021 kl. 12.

Útbjóðingartilfar
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

Útbjóðingartilfarið finnur tú her: 

- Útbjóðingartilfar fyri matr.nr. 203c
- Fylgiskjal 1 - Økið, sum er til sølu
- Fylgiskjal 2 - Verandi serstøk byggisamtykt fyri økið
- Fylgiskjal 3 - Møgulig víðkan av øki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo