Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Tú kennir hesi fólkini aftur. Tey eru ikki nógv, men tey finnast. Tey, sum hava ein heilt serligan eginleika.

At fáa teg at kenna teg tryggan. At fáa teg til at kenna teg sæddan. At fáa teg at vaksa. Tú fært hug til at fara til tey, tá tú hevur trupulleikar.

Tey duga so væl at lurta. Tey eru opin, fordómsleys og duga at spyrja inn til, uttan at virka forvitin, uppá tann keðiliga mátan.

Kundi tú hugsa tær, at lært eitt sindur um, hvat tað er tey gera og hugsa?

Í mars mánað skipa vit hjá Synergi, fyri einari útbúgving innan kognitiv amboð. Tað er ein serliga góð útbúgving fyri tey, sum hava nógv við menniskju at gera í tí dagliga. Tað er ein heilt ávísur máti, at síggja, lesa og samskifta við menniskju uppá.

Sokratiski dialogurin
Á fyrsta modulinum lærir tú t.d. at samskifta uppá tann Sokratiska mátan. At samskifta uppá tann Sokratiska mátan, vil siga at samskifta uppá tann:

·         fordómsleysa
·         tollynta
·         opna
·         forvitna
·         undrandi
... mátan.

Og – ikki minst - uttan altíð at geva góð ráð ella at flyta fokus – yvir á seg sjálvan.

Kom og lær at verða meiri sokratisk/ur í dagligdegnum.

Tey kognitivu amboðini og teir kognitivu samrøðuteknikkirnir eru bygdir á tann Sokratiska dialogin.

Undirvísarar
Undirvísarar eru Jóhanna Andreasen og Oddbjørg Højgaard, ið báðar eru útbúnar sjúkrarøktarfrøðingar og innan kognitiva økið. Tær hava drúgvar royndir við at arbeiða við menniskjum, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingar og sum coach.

Les um tær her!

Tilmeldingarfreist: 25. februar 2016

Les alt um útbúgvingina HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo