Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, er fyrsti føroyingur nakrantíð at koma í yvirlitið Politico28.

Í yvirlitinum eru 28 fólk úr vinnuni, politikki, journalistikki v.m., sum miðlahúsið Politico væntar fara at seta síni fingramerki á framtíðarinnar Evropa, ella, sum tey sjálvi siga "shaping, shaking and stirring the future of Europe”.

Við í yvirlitinum hava áður verið René Redzepi, stovnari av Noma, Daniel Ek, stovnari av Spotify og Michael O'Leary, stovnari av Ryanair. Onnur sum hesaferð eru í yvirlitinum saman við Guðrið Højgaard eru millum annað Niklas Zenneström, stovnari av Skype í Svøríki, Jeremy Corbin, formaður í bretska arbeiðaraflokkinum Labour og Pedro Sánchez, forsætisráðharri í Spania.

Guðrið Højgaard sigur á sínum facebookvanga, at hon hevur fingið heiðurin fyri sítt arbeiði við at seta eitt lítið og ókent land á altjóða breddan, og samstundis seta nýggjar standardir innan arbeiðsøkið, hóast í altjóða høpi, avmarkaðar fortreytir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo