Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Tað er eitt krav, at tey, ið lesa West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management (WNS) skulu til eitt av samstarvsuniversitetunum í aðru lestrarhálvu. Guðrið Krúnufjall lesur WNS, og síðani ársskiftið hevur hon verið í Nuuk.

Klaksvíksgentan er ikki kend fyri at vera sum hini ella at leggja seg eftir at vera, sum onnur halda, at hon eigur at vera. Heldur er hon ein menniskjanslig íholdan av kettuni í kenda grukk-ørindinum hjá Piet Hein, ið sum kunnugt endar við regluni ‘jeg er sgu min egen’.

Grønland dró
Tá ið vit spyrja hví hon søkti um at lesa WNS svarar hon:

– Tað var tí at tað var ein kjansur at sleppa at uppliva Grønland, - ‘chance of a life time’!, sigur Guðrið flennandi og leggur aftrat:

– Tað er lagaligt og lutfalsliga bíligt at koma til hini Norðurlondini, men við Grønlandi er øðrvísi. Tí ivaðist eg ikki í, at tað skuldi vera Ilisimatusarfik, tá ið vit skuldu velja universitet fyri hesa lestrarhálvuna.

Guðrið fekk prógv sum bachelor í samfelagsvísindum á Setrinum í 2009, og seinni fór hon at lesa á Syddansk Universitet í Odense. Hon hevur prógv í fornaldarfrøði (síðufak) og vantar bert at gera høvuðsritgerðina burturav sær í høvuðsfakinum, sum er stjórnmálafrøði.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo