Í heyst tekur Guðný Akralíð við føstum starvi sum serlækni í radiologi á Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Hetta er annar radiologurin, sum kemur í fast starv eftir, at deildin í longri tíð hevur verið mannað við vikarum burturav.
Guðný er útbúgvin serlækni í Danmark og er eitt kent andlit á Landssjúkrahúsinum. Hetta síðsta árið hevur hon arbeitt fyri TMC í Sydney, sum veitir telemedisinskar tænastur til heilsuverk kring allan heimin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo