Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Rætturin at tala og siga sína hugsan er ein sjálvsagdur lutur í einum fólkaræði við skipaðum viðurskiftum og rættartrygd. Talufrælsið er ein týdningarmikil súla í samfelagnum saman við skrivifrælsi og trúarfrælsi.

Løtan tykist óunnilig, tá ið tað tilvitað ella ótilvitað verður borið uppá mál, at hesin rætturin eigur at verða skerdur, tí okkum ikki unnist at hoyra ávísar útsagnir ella meiningar. Tað verður eitt fakligt og mentanarligt afturstig, um rætturin at nýta tey nevndu frælsini verður skerdur. Tað kann beinleiðis verða vandamikið, um vit fáa forboð at tala í almenna rúminum, á arbeiðsplássum ella í kirkjuni.

Tó, rætturin at tala og skriva skal handfarast við ábyrgd. Vit mega nýta frælsini við ábyrgd mótvegis hvør øðrum. Hin einstaka menniskjan hevur rætt til at skipa sín gerandisdag og sítt lív innan teir karmar, ið løgliga skipa tilveruna í einum fólkaræðisligum rættarsamfelag.

Verður hugsað um talu- og skrivifrælsið, ja so eru í lógarverkinum avmarkingar, ið vit mega taka hædd fyri. Júst talufrælsið við ábyrgd avmarkar okkara egna frælsi til frama fyri vælveruna hjá øðrum. Vit hava ikki rætt at siga ella skriva tað, ið er niðrandi mótvegis øðrum menniskjum.

Talufrælsið og skrivifrælsið eru givin okkum at nýta við ábyrgd. Vit kunnu ikki speireka, háða ella spotta hvør annan vegna tess, at vit ikki góðtaka eitthvørt, ið nemur medmenniskjað. Henda avmarkingin er gagnlig og fjálgar tilveru teirra, ið ikki hóska inn í okkara lívsmynstur.

Nógva umrøðu fekk lógargreinin 266-b, ið avmarkar rættin at umtala onnur við niðursetandi tónalagi.

Orðini siga nakað, – orðini og tónalagið siga alt! Vit hava ikki rætt at hótta, háða ella seta niður á menniskju vegna upphav, húðarlit, trúgv ella kynsligan samleika.

Tað er harmiligt, at ein slík lóg er neyðug. Við støði í halgubók er tað í kristnum høpi sjálvsagt, at kristin etisk hugsan ávarar ímóti óhøviskari og spottandi talu ella umtalu. Orð eru ikki einans orð. Orð kunnu verða amboð, ið eru skaðilig.

Málbólkurin, ið hevur tørv á løgfrøðiligari vernd, er skiftandi. Í drúgva tíð hava vit umrøtt støðu teirra samkyndu, ið hava verið fyri niðrandi ágangi. Áðrenn tað settu vit sjóneykuna á happing í skúlanum.

Happing er heilsuskaðilig og gevur børnum og ungum sálarligt mein.

Kend er eisini støða teirra fremmandu, ið koma til landið, at húðarliturin verður nevndur í óhøviskari talu.

Eisini kristin fólk verða speirikin vegna teirra trúgv á Jesus Krist sum Harra og frelsara, og rætturin at prædika í almenna rúminum verður átalaður.

Lógin minnir á, at okkum er loyvt at tala og skriva við ábyrgd, og júst ábyrgdin er avmarking í sær sjálvum. Kenna vit ikki markið, kunnu onnur við lógini í hondini vísa okkum tað. Eisini vit, ið prædika gleðiboðskapin um Jesus, mega virða borgarliga lóg og biðja um Guðs hjálp, so vit ikki leggja byrðar á herðar teirra, ið frammanundan hava kross at bera.

Nú um stundir bórust tey tíðindi, at tað skal verða lógligt at spotta Guð. Tað vóru eini sjáldsom tíðindi, tí er tað nakrantíð gagnligt at spotta og speireka? Frælsið er vorðið so bundið í tráan eftir tí markleysa, at tað jarðliga økið má víðkast út í tað æviga, so tað verður lógligt at spotta og speireka Guð.

Sæð út frá gudfrøðiligum sjónarhorni er lógin, ið jaliga noktar menniskjum at spotta Guð, ikki vernd av Guði ella Guðs navni. Lógin hevur tað yvirskipaða endamálið, at tey, ið tilbiðja og æra Guð, skulu hava loyvi at varðveita sína mynd av Guði á virðiligan hátt. Lógin verjir ikki Guð, men tey, ið tilbiðja, æra og lovsyngja hansara heilaga navni.

Lógin, ið noktar gudsspottan, er ikki sett í gildi vegna Guð, hon hevur menniskjanslig atlit. Lógin er onkursvegna í familju við 266-b. Tað er sum at skjóta fugl við eini høglbyrsu, ið spjaðir væl. Vit raka ikki einans fuglin, ið doyr, fleiri aðrir kunnu verða særdir í tí sama skotinum.

Ikki tí, Jesus varð hildin fyri háð og spott í sínum jarðarlívi, ja enntá meðan hann hekk á krossinum. So stórur er okkara himmalski faðir, at øll tey, ið spotta Jesus, eru elskað við ævigum kærleika. Verður biðið um fyrigeving, er svarið: Synd tín er strikað, tú ert mín!

Vit kristnu eiga at hava sama sinnalag sum Jesus. Vit mega ikki taka lógina í egnar hendur og ráðisliga verja Guð. Orðini til Pætur, tá ið hann fyri at verja Jesus høgdi oyra av Malkusi, ið var tænari hjá høvuðsprestinum, eru orð til okkum. Pætur, stikk svørð títt aftur í slíðran; tí allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði.

Umhugsni og hóvlig medferð eiga at eyðkenna okkum kristnu í talu og skrift. Amen.

Orðið: “Tann, ið fátækan spottar, vanvirðir skapara hans.” (Orðtøk Sálomons 17,5).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo