Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Fólkakirkjan: Leiðslan í fólkakirkjuni hevur fyrst í juli tosað saman um gudstænastuna ólavsøkudag. Í hesum sambandi hevur dómprósturin samskift við læknafrøðiligan myndugleika við atliti at Covid-19 støðuni.

Í samráð við tann læknafrøðiliga myndugleikan meta vit tað tryggari og skilabetri, at gudstænastan ólavsøkudag verður skipað á sama hátt sum í 2020. Sostatt verður talið av fólki í kirkjuni avmarkað, og almenningurin hevur einans atgongd til gudstænastuna umvegis Kringvarp Føroya.

Inni í sjálvari kirkjuni vera tey, ið ganga skrúðgongu, eitt kór og tey, ið dagliga varða av Havnar kirkju, t.d. kirkjuráðið og tænararnir.

Eyðvitað hevur leiðslan í fólkakirkjuni samskift við formansskapin í Løgtinginum um hesi viðurskifti. Gudstænastan er jú ein liður í skipanini, nú Løgtingið byrjar nýggja tingsetu.

Tað er sóknarpresturin Maria Jørðdal Niclasen, ið prædika á ólavsøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo