Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 5. august kl. 16 verður aftur høvið til at njóta serstaka upplivilsið at vera til guðstænastu í Gjónni við Gjógv, ið er sum ein náttúrunnar katedralur.

Prestur verður Emil Olsen.  Urguleikari verður Gudmund Mortensen.

Umframt felagssangin syngur felagskór undir gudstænastuni við Vestmanna Sangkóri og Eystanljóð, stjórnað av Benjamin Gaasedal. Haraftrat fer hornorkestrið Eiðis Ljómfelag við øðrum undir leiðslu av Oddi Hentze at spæla, m.a. til pre- og postludium.

Eisini verður solosangur, har Elsa Súsanna Dalsgarð, alt-solo, framførir “Eja Mater fons amoris” úr Stabat Mater av Pergolesi.

Tiltakið við guðstænastu í Gjónni verður nú á triðja ári og hevur hvørt árið verið fram úr væl eydnað við nógvum fólki. Vit vóna sama góða summarveðrið aftur í ár – eins og veðurforsøgnin bendir á - so tað kann verða ein góð útferð hjá fólki til Gjáar henda dagin.

Kirkjuráð, prestur, sangarar og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo