Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Aftaná aðalfundin í Norðoya Javnaðarfelag í gjárkvøldið var greitt, at Gunnvá Tróndardóttir Joensen er nýggj forkvinna í felagnum. Petur Martin Hansen, sum hevur verið formaður seinastu 8 árini, valdi at leggja frá sær, og tí skuldi nýtt forfólk finnast.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen er 37 ára gomul og býr í Klaksvík. Hon er gift og eigur tríggjar døtur. Gunnvá hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin bæði til kommunuval, fólkatingsval og løgtingsval, og nú hevur hon valt at taka við sum forkvinna í lokala felagnum.

- Tað verða stórir skógvar at fylla eftir Petur Martin, men eg fari at gera mítt besta fyri at lyfta uppgávuna saman við restini av teimum garvaðu í nevndini og felagnum. Eg eri eyðmjúk um sessin, og fyrsta tíðin fer nokk við at royna at seta seg inn í ymisku uppgávurnar, og hvussu alt hongur saman. Hóast felagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði seinastu árini, so kunnu vit altíð royna at gerast enn meira sjónlig í lokalsamfelagnum og vísa á, hvussu vit kunnu røkka einum javnari samfelag, sigur Gunnvá Tróndardóttir Joensen, nýggj forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo