Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SMS: Nú kanst tú hitta Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard í Baresso í SMS týskvøldið 9. juli kl.20, tá hon fer at greiða frá lívið sínum.

Gunnvør bleiv av fyrstum kend, tá hon arbeiddi sum modell og kom saman við Oliver Bjerrehus, og nú sum ein av kvinnunum í reality sendingini á TV3, Forsidefruerne, sum er mest sædda sending á Viaplay.

Í fjør gav hon eisini út bókina ’Højt at flyve – ej at falde’ saman við Mette Holm, sálarfrøðingi.

Gunnvør hevur føroysk foreldur, men er fødd og uppvaksin í Danmark, har hon hevur arbeitt sum modell, fingið eina útbúgving sum Cand. Comm, byrja ein nethandil, skriva eina bók og mangt, mangt annað, samstudis sum hon eisini er mamma at trimum børnum.

Gunnvør er ein kvinna við beini í nøsini, og sum nú, tá hon er blivin mamma, søkir heim aftur til røturnar.

Hóast hon er uppvaksin í Danmark og ikki tosar føroyskt, so skilir hon tað, og hon hevur eisini ein serligan tokka til Føroyar og føroyska mentan.

Til hugnakvøldið fer Gunnvør eitt nú at tosa um hetta við ikki at vera bangin fyri at skilja seg úr mongdini og at tora at taka nøkur øðrvísi val – eitt nú at fáa sær triðja barni við einum manni, hon ikki er saman við, men sum er pápi at fyrru børnunum. Tað verður eisini gjørligt at seta Gunnvør spurningar á kvøldinum og eftir framløguna, signerar hon sína bók í Rit & Rák.

Hetta kvøldið fara handlarnir í SMS eisini at hava opið millum kl. 20-23 við ymsum góðum til viðskiftafólkini og gávuposi verður latin til tey fyrstu sum koma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo