Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Talan er um tvey virkir við langari søgu, ið nú leggja orkuna og vitanina saman undir nýggjum navni.

Í dag, hósdag 26. septembur verður almenn móttøka á deildini í Vatnsoyrum, har nýggja navnið verður lagt fram, og høvi verður at heilsa uppá starvsfólk.

Frá klokkan 15 til 18 er opið hús við onkrum løttum til matna, drekka og hugnaligum tónleiki, m.a. fer kórið Xperiment at framføra uml kl 16.45.

Í umleið ein hálva øld hava hesi virkir, hvør sínum lagi, verið veitarar av vindeygum, hurðum og stórri aluminium- og glasfasadum.

Uppgávurnar hava verið bæði til sethús og vinnulív kring alt Føroyar. Soleiðis eru drúgvar royndir og holl vitan vunnin, sum er gott grundarlag fyri eini góðari framtíð hjá nýggja samanlagda virkinum. Samanlagt eru nú um 50 starvsfólk í felagnum.

Í løtuni eru framleiðslur á trimum støðum. Á Rituvíkshálsi verða aluminiumsuppgávurnar gjørdar, í Miðvági plast og í Vatnsoyrum træframleiðslan. Haraftrat eru sølufólk í Havn og Klaksvík týsdagar og hósdagar.

Við samanleggingini og nýggja samleikanum er virkið farið undir at brynja seg til eina vónríka framtíð. Málið er framhaldandi at veita dygdargott handverk og loysnir, sum gera nøgdar kundar.

Móttøkan í Vatnsoyrum í dag er almenn og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo