Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar ímóti Danmark, Lettlandi og Andorra - Mynd: Bjarni Enghamar

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar ímóti Danmark, Lettlandi og Andorra - Mynd: Bjarni Enghamar

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar ímóti Danmark, Lettlandi og Andorra - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Um eina góða viku skal A-landsliðið við monnnum á vøllin aftur, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Venjingardysturin móti dønum er samstundis fyrireiking til UEFA Nations League dystirnar móti Lettlandi og Andorra, sum verða á Tórsvølli 10. og 13. oktober.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, setti mánadagin navn á teir, ið hann, saman við Eli Hentze, hjálparvenjara, hevur úttikið til komandi dystir. Og hesaferð eru 24 spælarar boðsendir, hóast tað bara er pláss fyri 23 á dómaraseðilinum.

Greitt er, at Klæmint Andrasson Olsen ikki verður tøkur til dystin móti Danmark. Orsøkin er nevniliga tann, at kona málrevin úr NSÍ er við barn, og skal eiga ein av fyrst komandi døgunum.

Harafturat hava venjararnir framt fýra broytingar í hópinum, samanborið við seinastu landsliðssamlig, tá Føroyar vunnu 3-2 á Tórsvølli ímóti Malta, og 1-0 á útivølli ímóti Andorra.

Við aftur eru Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Ári Mohr Jónsson og Kaj Leo í Bartalsstovu, sum avloysa Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Hera Hjalt Mohr og Jákup B. Andreasen.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heini Vatnsdak, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Heðin Hansen, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Patrik Johannesen, KÍ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo