Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaganum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti hakan í nú á middegi til arbeiðið, sum skal verða liðugt næsta heyst.

Talan er um uppseting av 6 Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at dagurin í dag er ein stórur dagur, tí hetta er onki minni enn ein stórhending:

- Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis. Og hetta er ikki smávegis, um vit hyggja at hvussu roknistykkið lutfalsliga sær út. Hesar seks Enercon vindmyllurnar, sum skjótt verða reistar her á staðnum, fara at framleiða tað sum svarar til 16% av dagsins framleiðslu hjá SEV. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin. Tit hava havt drúgvt stríð at koma uppá pláss við øllum loyvum og tað hevur tikið tíð. Kommunurnar partur hevur verið at leiga tykkum lendið og at vera byggimyndugleiki. Hetta hevur verið eitt framúr gott samstarv. Nú vit í dag seta hakan í fara J&K Petersen undir at gera fundamentini, komandi summar koma vindmyllurnar upp at standa og aftur í heyst byrjar framleiðslan. Eg fari at ynskja PF. Flatnahaga allarbestu eydnu við arbeiðnum. Takk fyri gott samstarv og takk fyri tykkara íkast til eina grønari framtíð.

Myndirnar tók Ólavur Frederiksen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo