Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví verður ikki kunnað frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hvør orsøkin er til russiska innfluttningsbannið av alilaksi frá Bakkafrost?

Ella hví eru eingir miðlar, ið kunnu siga frá hvør orsøkin er, at russar ikki vilja innflyta og eta alilaks frá hesi fyritøku?

Tað er annars rættuliga lætt at finna við at vitja heimasíðuna hjá Rosselkhoznadzor matvørumynduleikanum...... har tað sæst, at orsøkin er at funnin er bakterian Listeria Monocytogenes.

Listaria er ikki uttan vanda, tí fólk við veikari imunverju kunnu fáa blóðeitran og meningitis. Eldri og fólk við diabetes, krabba og øðrum álvarsomum sjukum, kunnu koma illa fyri við Listeria smittu.

Eisini barnakonur og ófødda barnið er álvarsamt hótt við slíkari smittu.

Danski serumstovnurin sigur frá, at í miðal verða 50 fólk smittað av bakteriuni um árið, meðan tað millum 2009 og 2014 vóru millum 90 og 100 fólk.

Deyðstíttleikin er annars "bert" 25% av teimum sum verða smittað.

Haldi tað er átaluvert at matvørumyndugleikin, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ikki kunnar borgaran..... um bakterian kann verða í vøruni í handlum okkara.

Næst kann sigast at okkara journalistar í KVF og miðlunum annars eru rættuliga dølgasligir.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo