Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tíðin stendur ikki í stað, hon kemur og fer. Við sær ber hon skiftandi rák og hugsan. Rákini eru myndandi eitt tíðarskeið, inntil onnur hugsan tekur pallin. Rákini mynda tilveruna hugsjónarliga og ítøkiliga.

Verður hugsað um gerandisdagin í 21. øld sammett við fyrru helvt av undanfarnu øld, ja so er munurin alstórur. Nøkur dømi staðfesta framburðin: Elorkan, oljufýringin, telefonin, skúlin og vegakervið. Eisini arbeiðsmarknaðurin er broyttur. Kvinnurnar eru vorðnar ein natúrligur partur av arbeiðarafjøldini, og býtið millum kynini nærkast eini javnvág.

Tær nevndu broytingarnar tykjast mær góðar. Svá hugsa vit, ið eru rímiliga í samljóði við nútíðina. At meta alt tað gamla betri enn í dag sampakkar valla við veruleikan. Undirritaði metir, at rættiliga nógv er mikið betri í dag enn fyri hálvari øld síðan, t.d. virðingin fyri teimum, ið hava avbjóðingar til likams og sálar ella við atliti at sannføring og lívsfatan.

Hvussu hóska broytingarnar í samfelagnum og tann nýggi lívsstílurin inn í tilveruna hjá okkum, ið eru myndað av kristnu trúnni? Tað er ein spurningur, ið mangan verður settur. Skilji væl spurningin, hóast hann ikki tykist gjølliga umhugsaður.

Ein møguleiki er, at tey, ið spyrja, ikki til fulnar hava skilt, at øll menniskju liva í tí verðsliga samfelagnum uttan mun til trúgv og sannføring. Tó, tað er lættari at peika eftir teimum spyrjandi – t.d. fjølmiðlafólki – enn at taka í egnan barm.

Ein annar møguleiki kann vera, at vit, ið mynda kristindómin úteftir, ikki er nóg dugnalig at staðfesta, at sannur kristindómur er sannføring um Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Vit hava lyndi at gera kristindómin til eitt moralsk regluverk. Vit velja kristnar dygdir út, ið eru størri enn aðrar, ístaðin fyri at fylgja Jesusi eftir og vera trúgv í tí minsta. Vit vísa á syndir, ið tykjast størri enn aðrar, ístaðin fyri at ásanna, at tann ítøkiliga syndin altíð er hjáárin av syndini, ið er tvørrandi álit á Guði.

Eyðvitað eru kristnir prædikumenn (m/k) merktir av nútíðini. Mangan fær undirritaði spurningin: Hvør er tín fatan av Bíbliuni? Er hon ájavnt við aðrar heimsbókmentir? Er Bíblian Guðs orð, ella er hon orð um Guð?

Undir spurningunum liggur undirtónin, at vit í 2017 eru komin longur fram á leið og burturúr miðøldini. Sum upplýst og vitandi menniskju kunnu vit ikki vera fongd við ta hugsan, at Bíblian er Guðs orð og evsti skrivligi myndugleikin í trúarmálum og etiskum leiðreglum.

Hvør svarar eyðvitað fyri seg, men mítt svar er greitt:

• Halgabók er Guðs orð
• hon er grundarlagið undir mínari trúgv
• hon er fundamentið undir mínum lívi
• hon er ævig nútíð.

At Bíblian er Guðs orð er væl kent í farnari søguligari tíð. Eisini í 2017 er Bíblian Guðs orð við atliti at sannføring, trúgv og lívi.

“Títt orð er, Guð, várt arvagóðs // tann arv vit bestan fingu.” 1)

Sum gudfrøðingur kennir undirritaði ymiskar fatanir av Bíbliuni. Mótstríðandi sjónarmið eru altíð áhugaverd og fakliga viðkomandi. Tað er mennandi og letur seg væl gera at fylgja greining teirra, ið meta, at Halgabók einans er orð um Guð ella ein vanlig bók við serligum tónum, t.d. orðini um næstakærleika. Men fyrr ella seinni í viðgerðini endar ein slík greining aloftast í onkrari sannføring.

Undirritaði dugir ikki at greina allan loyndardómin í skriftini. Tað eru brot, ið ikki siga mær stórvegis, t.d. bøn um hevd yvir fíggindar. Tað døkka og myrka lýsir megina, ið kann taka valdi á menniskjum, t.d. hevndin, ið kann kennast søt í løtum men altíð er beisk við longdini.

Tá tvørrandi fatan verður staðfest, fellur eygað altíð á einføldu orð Jesu, har hevndin er tekin um tað illa.

At vit skulu vinna á illum við góðum. At vit skulu elska okkara fíggindar og tey, ið fara illa við okkum.

Men eygað verður eisini lært at hyggja inneftir. Tað er okkum gagnligt at lyfta okkum eitt sindur uppum tað smáliga, so vit ikki eru smásár, snáva og vevja okkum inn í mál við høpisleysum og nyttuleysum orðadrátti.

Eitt gagnligt kjak millum ymiskar sannføringar krevur, at allir partar kenna og virða útgangsstøðið hvør hjá øðrum. Um vit ikki virða sjónarmiðini hjá øðrum sum teirra sjónarmið, fáa vit ongantíð eina skilagóða samtalu ella viðgerð.

Fyri mær er grundin klettaføst, eisini í einum nútíðar føroyskum samfelag: Bíblian er Guðs orð. Samfelagsliga krevur henda fatanin av mær, at eg eigi at virða rættin hjá øðrum at hava eina aðra sannføring. Amen.

Orðið: “Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni (Jesu) og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.” (Matteus 7,24-25).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: Sálmur 332 í Sálmabók Føroya Kirkju. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo