Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í 2017 eru fimmhundrað ár liðin, síðan Martin Luther (1483-1546) skrivaði teir 95 setningarnar á kirkjudyrnar í Wittenberg. Hetta átakið varð byrjanin til trúbótina, ið fekk ávirkan á gudsfatanina, kirkjuna og samfelagið.

Talan var um eina uppgerð við ta rómverkskatólsku kirkjuna og pávaveldið. Serliga var tað keyp av avlátsbrøvum og støða kirkjunnar sum millumliður ímillum Guð og hin einstaka, ið órógvaði. Trúgvin var vovin inn í eina siðvenju, har keyp og søla tryggjaðu æviga sælu í Guðs ríki. Við reiðum peningi kundi hin einstaki fáa fyrigeving syndanna og avmarka møguliga revsing handan deyða og grøv.

Trúbótin var neyðug, tí trúgvin hevði mist náðina í Jesusi Kristi burtur. Ótti, angist og máttloysi vórðu gróðrarbotnur fyri misnýtslu av náðimiðlunum, og kirkjan gjørdi sær dælt av fólksins tvørrandi kunnleika.

Rákið í teimum luthersku kirkjunum hevur sveiggjað í ymiskar ættir. Nøkur tíðarskeið misti kirkjan stavnhaldið úr eygsjón, og læran var trilvandi. Í 20. øld viltist kirkjan í heimlandi Luthers inn á myrkar gøtur og fór í hóslag við eirindaleysum valdsharrum. Undir seinna heimsbardaga vórðu jødar, samkynd og aðrir minnilutar týndir við hollari hjálp frá kirkjuni.

Eisini hin rómverskkatólska kirkjan er endurnýggjað. Í Latínamerika og Pólandi var kirkjan rættiliga virkin í tí politiska tjakinum í seinnu helvt av 20. øld og talaði søk teirra fátæku, kúgaðu og minni mentu.

Í Føroyum kenna vit jaliga týdningin, ið tann rómverskkatólska kirkjan hevur havt í høvuðsstaðnum við atliti at vøggustovu, barnagarði og skúla. Hon tók ábyrgd av tí familjumynstri, sum vit í dag meta sum eina sjálvfylgju.

Harafturat hevur rómverskkatólska kirkjan havt gagnliga ávirkan á kirkjuliga landslagið í Føroyum. Í sjey og áttati árunum í undanfarnu øld var tann rómverskkatólski presturin virkin í tí karismatisku rørsluni.

Hann var ein av teimum, ið skapti størri virðing og samvirki millum kirkjur og samkomur. Hann sá, at saman stendur kristnin sterkari í andaligari menning og manngóðum verki.

Spurningurin er áhugaverdur: Er ein reformatión fyri fimmhundrað árum síðan nóg mikið til kirkjunnar vælveru í dag. Samfelagið og lívsmynstrið eru munandi broytt hesi árini. At kalla einki er, svá tað var.

Er tørvur á eini reformatión? Megnar kristnin at halda fast við sannleikarnar í skriftini og samstundis boða evangeliið um Jesus Krist fyri nútíðar menniskjum?

Heimurin er vorðin myndigur, og kristindómurin er javnsettur við aðra lívsáskoðan. Hvussu megna kirkjur og samkomur støðuna, nú hin kristna trúgvin í grannalondunum hevur mist framíhjárættin og einkarrættin sum lívsáskoðan, t.d. við atliti at skúla og lógarverki?

Í miðøldini var latín kirkjunnar mál. Frá týskari gudfrøði kenna vit longu í 17. øld setningin “ecclesia semper reformanda est”. Hetta fakliga hugtakið sigur, at kirkjan regluliga eigur at verða endurnýggjað við atliti at prædiku, gudslívi og verki. Útgangsstøðið er kent, og Skriftin er grundvøllurin og vegvísarin.

Umsita vit kristnu Guðs orð á rættan hátt? Fær Andi Guðs loyvi at kveikja og menna, so Skriftin er viðkomandi gerandis og heilagt?

Mangan veður sagt, at tað skal vera, svá tað hevur verið. Andaliga er tað gagnligt at vera afturhaldin og ikki fylgja tíðarrákinum. Hinvegin kann tað verða óheppið, um vit ikki hava dirvi at endurskoða ávís fyrbrigdi. Gomul siðvenja er ikki altíð borgan fyri rættari áskoðan ella atferð.

Tað gav at bíta hin dagin í Skriftini, tá ið Jesus ruddaði halgidómin. Siðvenjan, at offurdjór kundu keypast í halgidóminum, var liðilig. Fólkið kundi alt um eina leið ofra samsvarandi ásettum reglum í gamla sáttmálanum. Upprunaliga var siðvenjan góð, men tíðin var farin frá henni.

Guð framdi eina endurskapan, tá ið hann sendi Jesus til jarðar at útinna ta sáttargerð, ið menniskjan við góðgerðum og egnum mátti ikki megnaði. Fyrigeving syndanna krevur nýhugsan, tað at vit hugsa øðrvísi um okkum sjálv og biðja Guð um fyrigeving.

Hvørt tíðarskeið hevur nýggjar avbjóðingar. Tað varð staðfest fyri tveimum árum síðan, tá ið ætlanin var at selja atgongumerki við dyrnar til eina konsert í Eiðis kirkju. Tá vórðu orðini um Jesus og halgidómin havd á lofti, at øll søla við kirkjudyr var óhóskandi.

Valla ruddaði Jesus halgidómin vegna keyp og sølu í halgidóminum. Peningur hevur altíð verðið tengdur at átrúnaði, eitt nú ásetingin um tíggjund, teir mongu kistlarnir í templinum, skattur til keisaran og at geva Guði tað, ið Guðs er. Sóknarprestar og trúboðarar fáa løn til lívsins uppihald. 

Loyndardómurin var og er, at náði Guðs og fyrigeving syndanna kann ikki keypast við reiðum peningi ella offurtænastu.

Fyrigeving syndanna er náði Guðs í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Hoyrast hesir tónar ikki í kristnari prædiku, tørvar okkum enn eina reformatión. Amen.

Orðið: “Og við dúgvuseljararnar segði hann: “Takið hetta burtur hiðani; gerið ikki hús faðirs míns til krambúð!”” (Jóhannes 2,16).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo