Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stjórin í Bústaðir var í miðlunum við einum vælskrivaðum lesarabrævi ímóti Eivind Jacobsen. Um vit taka fram, tað sum stjórin skrivar, so førir hann fram, hvussu ein húsaleiga verður ásett hjá Bústaðir, um ein íbúð á 1 mio. kr. verður bygd.

Hetta kan kanska vera eitt sindur torført hjá summum at skilja, men veruleikin er, at ein íløga sum kostar Bústaðir 1 mio. kr. gevur sambært Bústaðir 34.262 kr árliga í avkasti.

Ella tað, sum tey so fínt kalla kapitalkostnaður. Tað ljóðar fínasta slag við 3,4% í leypandi avkasti.

##med2##

Um man tekur omanfyristandandi tøl hjá Andras Róin fyri fult, so høvdu møguliga onkur eftirlønarfeløg hildið hetta 3,4% avkastið verið eitt sindur áhugavert.

Tey plaga at vera nøgd við eitt avkast á 4-5%.

Men hví hava tey ikki gjørt íløgur saman við Bústaðir?

Jú, einfalda orsøkin er, at tølini omanfyri eru ikki røtt. Tað stendur enn verri til.

Tey røttu tølini
Hyggja vit eftir ársroknskapinum hjá Bústaðir fyri 2018, so hevði Bústaðir ultimo 2018 keypt og bygt útleiguognir fyri 372 mio. kr.

Seta við tølini upp á sama hátt, sum stjórin førir fram, so kemur at síggja soleiðis út:

##med3##

Ja, húsaleigan skal geva 20,2 mio. kr. árliga. So kapitalkostnaðurin fær sínar 12,7 mio. kr. árliga.

Men men, her er heilt galið!

Samlaða húsaleigan hjá Bústaðir var ikki 20,2 mio. kr. men hon var tíanverri bert 11,5 mio. kr.

Røttu tølini sett einfalt upp eru hesi:

##med4##

Ella við øðrum orðum, gev Bústaðir 372 mio. kr. at spæla við og alt sum hetta kastar av sær, verður uppetið av egnari umsiting - tvs. at einki er eftir til avkast.

Tí vilja eftirlønarfeløg ikki spæla við Bústaðir!

Tølini sum stjórin í Bústøðum førir fram so vakurt í sínum lesarabrævi, eru við øðrum orðum tað reina gass.

Men hví kemur eingin kritisk rødd hjá Kringvarpi Føroya inn í myndina?

Jú, tað er tí, at nevndarformaðurin hjá Bústaðir hevur starvast í mong ár hjá Kringvarpi Føroya.

Men tit folkens, keisarin er nakin...

Eygleiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo