Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánadagin 29. oktober lata Frítíðarskúlin í Hoyvík og KLUBB 188 dyrnar upp fyri einari spennandi halloween sansabreyt.

Sansabreytin nemur við at kalla allar sansir. Breytin er ein langur myrkur tunnil, har tað bert við hjálp frá avmarkaðum ljósi ber til at føra seg ígjøgnum eiturkoppaspinn millum eiturkoppar, sjálvlýsandi spøkilsir og mangt annað.

Sansastimbranin og forvitni verður eggjað, meðan ristingar, ófrættakendar verur, óhugnaligar heksir og annað vísa seg ymsastaðni. Alt hetta meðan óhugnaligur tónleikur við hjartasláttri, orgulspæli, klamsandi hurðum, knirki, skríggi og annað hoyrist. Hvør veit, um møguleiki eisini verður fyri at møta onkrum óhugnaligum fangandi ‘menniskja’ á ferðini í sansabreytini?

Opið verður mánadagin 29. oktober frá kl. 17.30-19.30, og eru øll, yngri sum eldri, hjartaliga vælkomin at royna halloween sansabreytina. Vitjanin er ókeypis, og gleða fyrireikararnir seg at síggja nógv vitjandi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo