Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd av heimasíðuni hjá R7

Mynd av heimasíðuni hjá R7

Mynd av heimasíðuni hjá R7

Petur Jacobsen var so bersøgin sjálvur at siga, hvat fólk fóru at sakna nú R7 útvarpið gevst:

Tónleikin!

Og tað sigur ikki so lítið um dygdina - les her

Miðlastuðul til tónleik?

Tað sigur mær somikið, at har er okkurt galið í einum tíðindamiðli/útvarpið, tá ið fólk fara at sakna tónleikin, nú útvarpsrásin sløkkir á nýggjárinum.

Petur Jacobsen hevur nógv á munni, men onga nøs fyri tíðindum.

Kortini so dittar hann sær í analýsu á heimasíðuni hjá R7 at úttala seg um, hvør miðil eigur at fáa miðlastuðul og hvør ikki.

Og hann krýpur ikki:

- Vit hava landsdekkandi útvarp, umframt ein av virknastu portalum í landinum, www.r7.fo og eina infokanal á sjónvarpssendinetinum hjá R2 Net.

Hann viðgerð nakrar miðlar, tó ikki Norðlýsið, tí hann er ættaður úr Klaksvík, og heldur ikki allar miðlar, skrivar hann, tí teir "veit eg so lítið um og tí ikki viðgjørdir her."

Tað er altíð harmiligt at gevast, og serliga tá ið tú ert byrjaður so hugagóður, men so longu eftir fimm árum mást tveita handklæðið í ringin.

Petur Jacobsen nevnir bara mítt navn í síni analýsu, og tað sigur mær somikið, at hann hevur eitt ella annað fortreð av mær og mínum arbeiði.

Møguliga havi eg gjørt honum okkurt, sum eg ikki veit, hvat er, men so fari eg at biðja hann fyrigeva mær.

Men kanska analýsan av VP gevur okkum eitt hint, hvat tað er, sum nívir hansara hjarta og sinn.

Hann skrivar í síni samanbering av VP og R7 Kringvarp:

- Til samanberingar hevur t.d. www.vp.fo, við sera lítið av egnum tíðindum, men sum fyri tað mesta “Copy/Paste’ar” og linkar til aðrar miðlar, serliga útlendskar, lítlar og ongar útreiðslur uttan lønir til Ólavur í Beiti og onkran avloysara.

Fyrst er at siga, at her samanber hann útvarp og netmiðil við ein netmiðil burturav.

Og tað gert tú ikki um tú veitst hvat tú tosar um.

Skal samanberast, so skal samanberast millum netmiðlarnar/portalarnar báðar - minus útvarp.

Fyri tað næsta so tosar hann um copy&past, og tá prógvar hann fult og heilt, hvussu eiðasørur hann er, tá ið tað kemur til vitan um netmiðlar, og tí fari eg ikki at brúka stórvegis tíð upp á at greiða honum frá, hvat ein netmiðil er og hvat copy&past er í høpinum netmiðlar.

VP byrjaði í 2007 og heimasíðan hjá R7 fyri fimm árum síðani, og tað mesta - um ikki alt - á heimasíðuni hjá Peturi Jacobsen stóð áðrenn á VP.

Enntá lesarabrøv, sum bara eru send til VP, eru eisini at finna á R7.

Viðvíkjandi forhánisliga "lítlar og ongar lønir" sum Petur Jacobsen málber seg, kann upplýsast, at VP rindar yvir 1 millión í lønum og samsýningum árliga.

Hygg inn á tína egnu heimasíðu Petur Jacobsen, og tak útvarpssendingarnar burtur og samanber so!

Viðmerkingin hjá Peturi kann lesast her

At enda í analýsuni vísur Petur Jacobsen uppaftur sína andstygd fyri VP, lítlu virðing fyri Miðlastuðulsnevndini og at hann ikki er egnaður í miðlaverðini, tá ið hann skrivar:

- P.S. Vit gevast bert við útvarpspartinum, portalurin www.r7.fo, heldur fram, so vit vænta okkum, eins og www.vp.fo, eisini miðlastuðul næsta ár.

Halt tú teg til tøknina, Petur Jacobsen, og langt frá tíðindum og netmiðlum, tí tað hevur tú hvørki nøs fyri ella hegni til.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo