Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Humanitera kreppan í Tigray landslutinum í Etiopia er nógv versnað seinastu tíðina. Samanbrestir hava havt við sær, at ein stórur partur av fólkinum hevur tørv á bráðfeingis verju og humaniterari hjálp. Bæði eldri borgarar, børn og kvinnur eru í serligum vanda fyri harðskapi, og stórur tørvur er á bráðfeingis heilsutænastum, lívbjargandi útgerð, skjóli, seingjaplássum, og atgongd til vatnveitingar, reinføri og aðrar grundleggjandi tænastur.

Harumframt eru átøkini ímóti COVID-19 tyngd og seinkað av hættisligu støðuni í landinum, og Tigray landsluturin er harafturat í stórum vanda fyri náttúruvanlukkum, sum eitt nú skerpingi, flóð og ongsprettu-plágum.

Reyði Krossur Føroya hevur tí latið kr. 500.000 til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Tigray økinum. Pengarnir fara eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo