Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta vikuskiftið ​fylti tað lokala føroyska felagið á teimum føgru Suðurhavsoyggjunum hálvthundrað ár.

Felagið var stovnað í Nakskov tann 19. november 1971 av 22 eldhugaðum fólkum, sum skjótt fingu víðkað limaskaran til yvir 40 fólk.

Summi búðu og búgva framvegis á Suðursjællandi um Vordingborg/Næstved-leiðina.

Fyrsti formaður var Ragnar Johansen, sum var lærari í Nakskov.

Núverandi formaður er fv. lærarin, Vilhjálmur Hansen, sum býr í Sakskøbing, og har var veitslan eisini hildin í teimum hugnaligu bátahølunum við Sakskøbing fjørð.

Tað var avgjørt pulserandi grøði í felagslívinum, tá tann lollandska fylkingin varð stovnað.

Fá ár frammanundan var Ballerup-felagið stovnað og Tað føroyska felagið á Fyn varð stovnað samstundis sum tað lollandska felagið.

Meðan Ballerupfelagið tíverri næstan er við at leggja árarnar inn, Hvidovrefelagið er heilt farið, Neystafelagið í Ishøj stríðist við sín eksistens og "Tvørábáturin" bara anir, so trívist Tað lollendska felagið væl og kundi tí halda eina stórsligna veitslu við sløkum 50 fólkum.

Man legði fyri við receptión, har bæði fjar og lokal fólk fagnaðu felagnum við gávum og orðum.

Presturin við Hans Egede kirkju í Kjøpinhavn helt guðstænastu í bátahølunum fyri innbodnum receptionistum

Tann føroyski umboðsmaðurin í Kjøpinhavn bar eisini felagnum holla kvøðu.

Seinni varð stórfingið borðhald við føroyskum mati til tey nationalu og kálvakjøti til hini.

Eg havi ongantíð sæð so ovurhonds nógvar rokaðar stórskálir við sera vælsmakkandi súrepla-kaku, verða bornar inn í eina gildishøll, og tær vóru tøkar, bæði við receptiónina og omaná døgurðan.

Troubadurarnir, Stanley Samuelsen og Erhard Olsen spældu dúgliga afturvið rættiliga Corona-djørvum sangi.

At Villi Hansen og hansara sera knáu og røsku hjálparfólk í tí lollendsku leiðsluni kunnu halda eina so stórfingna 50 ára veitslu, er eitt bragd, og øll leiðslan við Villa á odda eigur tí stóra takk fyri eitt sera vælskipað og hugnaligt gildi, sum vísir, at tann føroyski aktiviteturin á Suðurhavsoyggjunum livir væl og blómstrar sterkari enn nakra aðrastaðni eystan fyri Stóra Belt.

Takk til ta lollendsku stjórnina fyri eitt stimbrandi og kultiverað symposion!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo