Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Narko løgreglan handtók kl. 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.

Meðan 4 mans vóru í grundlógarforhoyri Føroya Rætti í dag í samband við eitt stórt narko mál, handtók narko politiið kl. 16.57 ein 24 ára gamlan mann og skuldsetti hann fyri brot á narkotika lógina.

Í samband við húsarannsøknina heima hjá honum, fann politiið 67 gram av amfetamin, umleið 5 g av ketamin umframt fleiri tablettir av ymiskum slag.

Eftir ætlan verður tann 24 ára gamli maðurin framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti í morgin, leygardagin tann 23. januar.

Grundað á víðari kanningararbeiði, hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum, sigur Løgreglan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo