Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: - Tílíkar handverkaramessur hava sera stóran týdning, serliga hetta, at talan er um eitt fjølbroytt úrval av framsýnarum og eitt samankók av vælútbúnum fakfólki av øllum handa slagi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti stóru handverkaramessuna í hølunum hjá Bygma-Balslev í dag.

Borgarstjórin nevndi, at tað er altíð hugaligt at koma niðan til Balslev – tí hann kundi ikki ímynda sær fryntligari starvsfólk.

- Ikki bara eru hesi tykkara andlit úteftir, men tey veita eisini eina framúr góða tænastu, sum eg veit, at bæði tit og allir kundar tykkara fegnast um, segði hann.

Borgarstjórin nevndi, at tílíkar handverkaramessur hava sera stóran týdning, serliga hetta, at talan er um eitt fjølbroytt úrval av framsýnarum og eitt samankók av vælútbúnum fakfólki av øllum handa slagi.

- Her er alt frá seymi og skrúvum til límatræsbjálkar og amboð av øllum sløgum. Og hesaferð eru ikki færri enn 45 spennandi framsýnarar við á messuni.

- Her er alt tað nýggjasta til handverkaran, men líka áhugavert er tað fyri byggifrøðingin, arkitektin og verkfrøðingin, sum her kann leita sær kunnleika um tað seinasta nýggja á marknaðinum.

- Framsýningar sum hendan hava stóran týdning fyri vinnuna her á landi. Tær elva til kapping um bæði dygd og prís. Tær elva til kapping um skjóta og góða tænastu. Og tær tryggja, at vit altíð hava tað besta av tí nýggjasta.

- Men fyrst og fremst gevur hetta okkum íblástur og vitan um nýggj rák á økinum, soleiðis at vit eisini her fylgja við í, hvat nýtt er vert at taka við.

- Bert soleiðis megna vit at menna okkum sum framkomið samfelag, og bert soleiðis er okkara vinna før fyri at kappast millum tey bestu.

- Messur sum hesar eru við til alla tíðina at halda okkum ajour. Nútíðin setur allatíðina herd krøv til amboð og útgerð í heila tikið, tí tey eru ein fortreyt fyri dygd og skjótleika í arbeiðnum. Tí er umráðandi at fylgja við.

- Tí hevur tað eisini stóran týdning, at keyparar sleppa at møta framleiðarum og seljarum á tílíkum messum.

---

- Søgan um hesa fyritøkuna, sum nú eitur Bygma-Balslev, er ein søga um menn, sum stílaðu høgt og satsaðu nógv. Menn, sum høvdu tað tungt og strævið eftir fyrra heimsbardaga.

- Teir megnaðu at upparbeiða eina fyritøku her í Havnini, frá einum lítlum hølum á Hotel Tórshavn til eitt veldugt virksemi við heilsølu, kolasølu, timburhandli, fiskiskapi, flutningi og so framvegis.

- So álvarsliga tóku teir veitingartrygdina til teirra, sum skuldu seta fót undir egið borð í høvuðsstaðnum, at undir seinna heimsbardaga – tá ikki bar til at innflyta timbur – keyptu teir rekavið úr Viðvík á uppboðssølu at saga til plankar og brettir.

- Fyritøkan hevur altíð dugað at laga seg til nýggjar tíðir og til stórar samfelagsbroytingar. Seinast í sjeytiárunum flutti fyritøkan niðan í Hoyvík, tá annars flestu stóru fyritøkurnar trokaðu seg saman á Hálsi.

- Í dag sæst, at hetta var ein røtt avgerð, tí pláss hevði ikki verið á Hálsi fyri teimum stóru útbyggingum, sum her eru farnar fram.

- Eini 10 ár seinni lat Balslev stóra byggibúð upp. Tit hava síðani økt munandi um goymsluna og hava leingi, sum eina framúr góða tænastu, havt høll til tykkara handverkarakundar at gera sperrur og annað í sambandi við bygging.

- So seint sum í fjør lótu tit upp eina lagurhøll uppá 3000 fermetrar – og í vikuni hoyrdu vit, at nú er Vágs Timburhandil eisini vorðin ein partur av fyritøkuni.

- Enn einaferð ger Balslev seg galdandi sum eitt leiðandi og tíðarhóskandi virki á sínum øki, her miðvísar íløgur tryggja felagnum eina sterka støðu í føroysku byggivinnuni.

- Mann kann róliga siga, at Balslev altíð hevur verið ein álítandi ”leverandør til det færøske folk......”

---

- Jeg vil også benytte lejligheden til at ønske alle vores danske gæster velkommen. Det er altid spændende at fordybe sig i jeres store vareudvalg.

- Der er gennem årene blevet knyttet bånd mellem producenter og leverandører og købere her på Færøerne.

- Og det er altid en fordel at være sammen i samme rum, når aftaler skal laves.

- Sådan har det altid været, så selv om værktøj og udstyr hele tiden ændres, så forbliver det vigtigt at kunne mødes under samme tag.

- Jeg håber i får et udbytterigt ophold. Hjertelig velkommen.

--- 

Eg fari at takka tykkum fyri at taka stig sum hetta. Takk fyri innsatsin tit gera at flyta okkum fram á leið.

Eg ynski tykkum við hesum góða eydnu við framsýningini og blíðan byr frameftir.

Og hervið er handverkaramessan opin, segði Heðin Mortensen at enda, tá hann setti handverkaramessuna seinnapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo