Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ofta verður skotið netmiðlum í skógvarnar, at tað er talið á klikkum sum stýrir tí ið skrivað verður. Søgur verða snikkaðar til og vinklaðar soleiðis, at brúkarin fær hug at klikkja á og lesa meira. Og logikkurin er einfaldur - fleiri klikk merkir fleiri lesarar og harvið fleiri lýsarar, sum eru einasta inntøkukelda hjá netmiðlunum.

Men man hetta fyribrigdið vera púra ókent á blaðredaktiónini?

Bløð skulu prentast, tað kostar, og bløðini skulu helst eisini seljast. Og tað er jú ikki líkamikið, hvat stendur á forsíðuni. Summar forsíður selja bara betri enn aðrar,  og ber til at fáa orðið sex sníkt inn eisini, ja, so eru útlitini fyri sølu ikki so galin.

Men viðhvørt verður tikið ov dýran til, og tað mundi vera tað sum gjørdi seg galdandi herfyri, tá tey á Sosialinum á forsíðuni løgdu navngivnan persón, enntá við mynd, undir at hava selt ungdómi rúsevni aftur fyri kynsligar veitingar.

Sanniliga ein forsíða sum vil nakað og hevði verið eitt sætt "scoop" - um bara tað passaði. Men tað ger tað ikki, tí í Sosialinum í dag er rætting sum sigur, at hóast maðurin fekk tilboð um sex fyri rúsevni, so tók hann ongantíð av.

Vit á VP rósa Sosialinum fyri at taka hetta evnið upp - rúseitur er sanniliga eitt álvarsmál í dagsins Føroyum.

Men stýrið tykkum nú!

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo