Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Týsdagin 6. oktober fekk Hanni Thomsen, deildarleiðari á Trygdargrunni Fiskivinnunar, handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og  Trygdargrunninum í 40 ár.

Tann 15. juli í ár vóru 40 ár síðani Hanni Thomsen var settur í starv sum skrivstovumaður á Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna.

Fyrstu arbeiðsuppgávurnar hjá Hanna tá vóru at sita fyri Ráfiskagrunninum og oljustudninginum, og seinni royndi hann seg millum annað eisini sum almennan fiskaseljara, tá telefonuppboðssølan kom í 1989. Hendan skipanin helt uppat nøkur ár seinni, tá Fiskamarknaður Føroya kom í 1992.

Í 1997 var Lønjavningargrunnurin umskipaður og lagdur saman við Fiskimálaráðnum, og grunnurin  broytti tá navn til Lønjavningarstovan. Hanni var settur sum stjóri fyri Lønjavningarstovuna 1. september í  2004 og sat sum stjóri har fram til 2010, tá Lønjavningarstovan og Forskotsgrunnurin vóru tikin av.

Í 2011 var Trygdargrunnur fiskivinnunar stovnaður, og nýggi grunnurin tók yvir alt virksemið hjá Lønjavningarstovuni: Hanni var tá settur sum fyribilsstjóri í Trygdargrunninum, og hevur síðani miðskeiðis í 2011 virkað sum deildarleiðari á Trygdargrunninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo