Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjakvøldið 4. mars 2016 kl. 19.30 verður almennur fyrilestur í Løkshøll í Runavík við Hans Gammeltoft-Hansen, serfrøðingi í kirkjurætti. Hann fer at røða um viðurskiftini millum stat og kirkju.

Grein 66 í donsku grundlógini sigur, at stýrisskipan fólkakirkjunnar verður skipað við lóg. Henda ásetingin frá 1849 hevur ongantíð verið framd beinleiðis í verki, hóast ymiskar royndir hava verið gjørdar at geva fólkakirkjuni eina stýrisskipan og harvið eitt ávíst sjálvræði í viðurskiftunum við statin.

Seinast hetta varð roynt í Danmark var í 2014. Í einum áliti, sum skrivað varð í hesum sambandi, vórðu sett fram ymisk tilmæli, sum skuldu geva fólkakirkjuni størri meðávirkan á kirkjunnar innaru viðurskifti og fíggjarviðurskifti. Enn eru tó einki politisk stig tikin á tí grundarlagi, sum álitið rør framundir.

Hans Gammeltoft-Hansen, ið var formaður í nevndini sum skrivaði álitið, fer í fyrilestrinum at greiða frá upprunanum til álitið og tess tilmæli – umframt at hann fer at fortelja søguna hesi viðurskifti síðan 1849.

Fyrilesturin skal eftir ætlan eisini varpa ljós á viðurskifti føroysku fólkakirkjunnar og hennara viðurskifti við bæði landið og statin.

Aðalfundurin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir verður dagin eftir 5. mars 2016 í Fríðrikskirkjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo